UCI ProTour
Appearance
(Ávíst frá UCI Pro Tour)
UCI ProTour var ein røð av klassiskum professionellum súkklukappingum, ið vórðu fyriskipaðar hvørt ár frá 2005 til 2010 av altjóða súkklusambandinum, UCI. Luttakararnir vóru kappingarsúkklulið ið høvdu kvalifiserað seg til luttøku og sum høvdu skyldu til at luttaka í øllum kappingunum.
Hetta slagið av kappingarformi byrjaði í 2005 og kom í staðin fyri World Cup røðina fyri vegsúkklukappingar, ið endaði í 2004, og endaði í 2010.
ProTour'urin fevndi um tær stóru teinakappingarnar, Tour de France, Giro d'Italia og Vuelta a España og eitt nú tær tríggjar stóru súkkluklassikarnar Paris-Roubaix, Kring Flandern og Liège-Bastogne-Liège.