Jump to content

Torino

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Turin)
Flagg Skjaldarmerki
Grunddáta
Land: Italia Italia
Landslutur: Piemonte
Vídd: 130,34 km2
Íbúgvar (2012): 911.823
Íbúgvar fyri km²: 7.000
Borgarstjóri: Piero Fassino
Heimasíða: www.comune.torino.it

Torino (piemonesiskt mál): Turin) er ein býur í Italia og høvuðsbýur í landslutinum Piemonte. Í Torino búgva umleið 910.000 fólk. Býurin er miðdepil fyri mentan og vinnulív í Norðuritalia. Størsti parturin av Torino liggur við vestara áarbakka av Po ánni, við Susa Dalin og er umgirdur av tí vestara Alpuboganum. Um alt býarøkið verður talt við, so kemur fólkatalið upp á 1,7 milliónir, og um alt upplandið til býin verður talt við, kemur fólkatalið upp á 2,2 milliónir fólk.

Torino er kendur fyri tey mongu listasavnini, kirkjur, slott, operahús, viðarlundir, torg, havar, sjónleikarhús, bókasøvn, søgulig søvn og onnur støð. Býurin er eisini kendur fyri sín barokka, rokoko, neo-klassiska og Art Nouveau arkitektur.

Fleiri av teimum almennu torgunum, slottunum, havunum teimum elegantu palazzi so sum Palazzo Madama, vóru bygd í 16. og 18. øld, eftir at høvuðsstaðurin hjá Duchy ov Savoy (seinni Kongadømi Sardinia) var flutt til Turino frá Chambery (nú á døgum Frakland) sum ein liður í at vaksa um býin.

Í fyrstu øld f.Kr. var ein rómversk hernaðarstøð Castra Taurinorum sett á stovn í Torino.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur er tann mest týðandi ítróttargreinin í Torino, og býurin hevur tvey fótbóltsfeløg, sum spæla í bestu italsku fótbóltsdeildini: Juventus F.C., sum varð stovnað í 1897 og Torino FC, sum varð stovnað í 1906. Juventus ein tað mest vinnandi fótbóltfelagið í Italia og eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum.[1]

FISA (stytting fyri: Fédération Internationale des Sociétés d'Aviron - Altjóða Róðrarsambandið) varð stovnað í Torino í 1892.

Torino var vertsbýur fyri Vetrar OL í 2006.

  1. FIFA.com
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið