Trø
Trø eru sera ójøvn í stødd: kalifornska stórfuran verður 90 m høg, men á føroyska urtapílinum eru leggirnir oftast fjaldir í mosanum. Trøini eru ógvuliga týdningarmiklar plantur. Ljóssamrunin í bløðunum ger, at tey taka koltvísúrni CO2 úr luftini og lata frá sær súrevni. Soleiðis halda trøini ávísa javnvág við neyðugum evnum í luftini, vit anda í okkum. Trærøturnar eru tættar og langar og binda moldina, at hon ikki verður skolað burtur av regni. Bløðini á trøunum lata úr sær ómetaliga nógva vatnguvu, sum aftur hevur alstóran týdning fyri veðurlagið um allan heim. Um 40 mió ferkilometrar av jarðarflatuni eru skógvaksnir. Trøini føða eisini nógvar mió dýr, og vit fáa timbur til húsabygging og innbúgv. Hvørt ár nýta vit mong túsund tons av viði til m.a. brenni, innbúgv og pappír. Sum íbúgvatalið í heiminum veksur, verður meiri skógur høgdur nú enn fyrr. Helst í Latínamerika verður nógvur frumskógur høgdur og brendur.
Pílur, eik, bók og mong onnur trø verða nevnd leyvtrø. Leyvtrø eru eyðkend á bløðunum, hvussu tey eru vaksin, og hvussu tey standa á greinunum. Tey hava nógv breiðari bløð enn nálatrø. Um okkara leiðir missa leyvtrøini bløðini um heystið, men syðri eru mong trø grøn alt árið. Baraldur, grann, lerkur og fura eru nálatrø. Nálatrø eru eyðkend á sínum sermerktu nálum; tey hava nálavaksin bløð. Fræini sita í konglum, ið eru trækendir og harðir. Nálatrø missa ikki nálirnar um veturin. Lerkatræið er tó undantak, tað missir nálirnar um heystið. Øll trø spretta úr lítlum fræ. Í hvørjum fræ eru føðsla og ílegur til nýggja træið. Fræið tekur at spíra, tá ið hiti og væta í jørðini eru passalig. Telja vit viðingarnar, vita vit, hvussu gamalt træið er.