Tranuber
Tranuber (frøðiheiti - Vaccinium oxycoccus, Oxycoccus palustris) eru smá reyð ber, sum vaksa á grønum pinkurunnum við smáum, tunnum stelkum. Berini hava ein beiskan og súrligan smakk og verða ofta brúkt til at gera saft burturúr ella til at súlta. Tey innihalda benzoesýru, sum er eitt natúrligt haldevni.
Tranuber og vatnræsisinfektión
[rætta | rætta wikitekst]Vatnræsisinfektión er ein plága fyri nógvar kvinnur og kann vera ring at viðgera. Vanliga verður hon viðgjørd við antibiotika fyri at drepa bakteriurnar, men ofta kemur infektiónin aftur eftir stutta tíð. Aftaná fleiri viðgerðir verða bakteriurnar mótstøðusterkar, og tí eisini sera truplar at viðgerða.
Í undanfarnu øld funnu týskir granskarar útav, at mongdin av hippurinsýru í urininum økist um ein etur tranuber. Hippurinsýra er eitt bakteriutálmandi evni yvir fyri m.a. kolibakterium, sum eru orsøk til vatnræsisinfektión. Hetta varð seinni prógvað av amerikonsku granskarnir Blatherwick og Long.
Nýggari kanningar hava ikki verið eins sannførandi. Orsøkin til hetta er, at í nýggari kanningum verður oftast nýtt tranuberjasaft við sukur, og sukur er økir munandi um trivnaðin hjá kolibakterium.
Evnini í tranuberum forða bakteriunum í, at festa seg til kyknuveggin og nørast. Tískil kunna tranubertilskot minka munandi um sjúkuna. Annar fyrimunur við tranubertilskot er, at tranuber minkar um framleiðsluna av ammoniak. Hetta tálmar urinluktin.