Thomas Kingo
Appearance
Thomas Hansen Kingo varð føddur tann 15. desember 1634 í Slangerup í Sæland, Danmark og deyður tann 14. oktober 1703 í Odense, Danmark. Hann var biskupur á Fjóni og sálmaskald.
Kingo bleiv guðfrøðingur í 1658, síðani húslærari og prestur, til hann gjørdist biskupur á Fjóni í 1677. Hann er best kendur fyri at yrkja sálmar, men hevur eisini yrkt hópin av skemtivísum, tættum, lýriskum náttúrulýsingum og heiðurskvøðum. Hann hevði við sálmunum í Den forordnede ny Kirkepsalmebog (Kingo-sálmabókin) frá 1699 ómetaligan týdning fyri kristnitrúnna í Føroyum fram til 20. øld.
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]- Kalliope.org - Thomas Kingo
- Runeberg.org - Dansk Biografisk Leksikon: Thomas Kingo
- Stamps.fo - Postverk Føroya - Jólafrímerki 2003, Thomas Kingo[deyð leinkja] (kelda)