Taxi
Appearance
(Ávíst frá TAXI)
Taxi var ein føroyskur rock/pop tónleikabólkur, sum var virkin í seinnu helvt av 1990-árunum. Bólkurin vann Prix Føroyar í 1999. Tað vóru Kim Hansen, Kaj Johannesen og Jón Mc Birnie, ið stovnaðu bólkin. Kim og Kaj høvdu spælt saman fyrr í Moirae saman við Terja Rasmussen og øðrum. Teir góvu eina EP fløgu út í 1999, sama ár sum teir vunnu Prix Føroyar. Aðrir hava eisini spælt við í bólkinum: Magnus Johannessen á keybord og Jim Skou Andersen á saxofon. Í 2001 spældi Janus Kampmann guitar í Taxi.[1]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1999 - Taxi, EP, fýra sangir: Góða, Ísakøld, Meistarin og Frankensteins iskiaz
- 1999 - Svart og hvítt, single við tveimum sangum: Svart og hvítt og Feel It
Limir
[rætta | rætta wikitekst]- Kim Hansen, sangur, piano, keyboards
- Kaj Johannesen, sangur, trummur, percussion
- Jón Mc Birnie, bass
- Magnus Johannessen, keybord4
- Jim Skou Andersen, saxofon
- Janus Kampmann, guitar í 2001
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 1999 - Vunnu Prix Føroyar
- 1998 - Nr. tvey til Prix Føroyar