Sálarfrøði
Sálarfrøði er frøðigrein um sálarligar eginleikar og atferð hjá fólki. Hetta er nýggj vísindagrein, ikki grundað fyrr enn miðskeiðis í 19. øld, og hon mennist ógvuliga skjótt. Sálarfrøði er um menniskjunnar hugsan, kenslur og hugmyndir, og sálarfrøðingar kunnu hjálpa okkum at skilja okkum sjálv betur. Sálarfrøðingar kanna spurningar, vit øll spyrja okkum sjálvi av og á. Hví eru vit, so sum vit eru, hvat duga vit ella hví nýtist okkum at læra? Sálarfrøðin kannar, hvussu fólk rigga saman við øðrum. Sálarfrøðingar royna at hjálpa okkum, tá ið lívsgrundin ryður undan okkum.
Í føroyska fólkaskúlanum er møguleiki at leita sær ráð hjá skúlasálarfrøðingi [1]. Sálarfrøðingar royna at greina, hvussu frægast er at hjálpa barni, sum hevur trupulleikar í skúlanum. Trupulleikar kunnu standast av at læra at skriva, rokna ella lesa. Barnið trívist ikki í skúlanum. Sálarfrøðingarnir geva sær góðar stundir at práta við foreldrini, barnið og lærararnar. Við samrøðum og royndum royndir sálarfrøðingurin at greina, á hvørjum økjum barnið er væl fyri, og hvar tað er illa fyri, so tað kann læra at skilja seg sjálvt betur. Sálarfrøðingurin kann heva foreldrum og børnum ráð um trupulleikar heima við hús.
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-18. https://web.archive.org/web/20121118203718/http://www.pedagogfelag.fo/PDF/Pedagogbl2009/Pedagog1_2009.pdf. Heintað 2011-08-14.