Jump to content

Strömstad

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Strömstad.

Strömstad er ein býur í Strömstads kommunu í Svøríki. Í 2008 var fólkatalið í býnum 7.226, og i 2010 6 288.[1] Býurin liggur við markið til Noreg; Color Line hevur ferjusamband millum Sandefjord og Strömstad.[2] Túrurin til Sandefjord tekur umleið 2 tímar. Norðmenn, sum búgva nær við Sandefjord, fara ofta yvirum til Svøríkis at keypa.[3] Prísirnir á flestu vørum eru lægri í Svøríki enn í Noregi. Hevði tað ikki verið fyri norðmenninar, sum fara um markið at keypa, høvdu nógv færri handlar og matstovur verið í Strömstad, har skelti ofta eru á norskum, og til ber at gjalda við norskum pengum.[4] Tað sama er galdandi nógva aðrastaðni, har stórir munir eru á prísunum í grannalondum. Nógvir amerikanar ferðast til dømis suður um markið til Meksiko at keypa. Í m.a. Tijuana og Ensenada eru skelti á enskum, og tikið verður ímóti amerikonskum dollarum.

Býurin liggur við Europaväg 6 (E6).

  1. Tätorter 2010
  2. http://www.vastsverige.com/sv/stromstad/Resa/Stromstad---Batforbindelser/
  3. http://xn--strmstad-74a.net/
  4. "Archive copy". http://www.stromstad.se/download/18.2883f69313fc821b6648af6/1382355120562/Broschyr-Fakta+om+gr%C3%A4nsregionen.pdf. Heintað 2014-11-07. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið