Jump to content

Stokkhólmur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Stokkholmur)
Land: Svøríki Svøríki
Stødd: 187 km2
Fólkatal (2012): 868 141
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: www.stockholm.se

Stokkhólmur (svenskt: Stockholm) er høvuðsstaður í Svøríki, og hevur umleið 868 141 íbúgvar. Stokkhólmur er í Stokkhólms kommunu í Stockholms län. Hann er á eysturstrond Svøríkis.

Ungdómsófriður í mai 2013

[rætta | rætta wikitekst]

Í Husby, har 81,9 % av teimum umleið 12 000 íbúgvunum hava útlendskan uppruna [1], hevur verið sera ófriðarligt í mai 2013. Ófriðurin, sum fyri tað mesta stavar frá ungum við fremmandum uppruna [2], byrjaði sunnukvøldið 19. mai 2013, tá eini 40 ungfólk í Husby settu eld á bilar og steinaðu eftir bæði politistum og fólki frá bjargingartænastuni [3]. Eldur varð settur á tríggjar skúlar, harav tann eini brann í grund, og í minsta lagi 129 bilar blivu brendir í forstøðunum Husby, Rinkeby og Tensta. Í Älvsjö, sunnan fyri Stockholm, varð millum annað eldur settur á eina politistøð, umframt at rútar blivu knústir og annað herverk gjørt. Í Jakobsberg steinaðu ungfólkini politistøðina, so fleiri rútar fóru í knús, og í Skarsholmen gekk herverkið út yvir ein barnagarð, sum eldur varð settur á. Bæði í Rinkeby, Skarpnäck, Norsborg, Kista og Tensta, var eldur settur á bilar og bygningar. Politiið hevur tilsamans tikið eini 35 fólk [4], og í eina førinum er talan um handtøku fyri morðbrand. Politiið hevur handtikið fleiri fólk, sum verður sagdur at stava frá, at ungdómsarbeiðsloysið er stórt, men eisini, at hesi ungu duga illa at laga seg til svenska samfelagið.

Ófriðurin byrjaði, eftir at politistar í Husby skutu og drupu ein 69 ára gamlan mann við útlendskum uppruna, eftir at hann hevði hótt við einum masjetu-knívi [5].

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Høvuðsstaðurin í Svøríki, Stokkhólmur, er bygdur á oyggjum og hólmum.

Høvuðsstaðurin í Svøríki, Stokkhólmur, er bygdur á oyggjum og hólmum. Í skergarðinum við Stokkhólm eru sker, hólmar og oyggjar í túsundatali. Fáastaðni í heiminum sært tú tað, ið er honum líkt. Har eru angandi bøur, reyð timburhús og bláur sjógvur, og um summarið kemur hópur av ferðafólki í hetta "frítíðarparadísið". Fyri túsund árum síðan var vatnið Mälaren ein partur av Eystrasalti. Men landið hækkaði og legði eina gátt ímillum havið og vatnið. Á hesari gáttini varð Stokkhólmur bygdur í 13. øld.

Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
 Hægsti miðalhiti −1 −1 3 9 16 21 22 20 15 10 5 1
 Lægsti miðalhiti −5 −5 −3 1 6 11 13 13 9 5 1 −3
 Avfall 39 27 26 30 30 45 72 66 55 50 53 46

Nógv handilsvirksemi er í býnum, har nógvar stórar fyritøkur halda til. Ídnaðarvirkini eru eisini nógv, og í havnini liggja skip úr øllum ættum.

Inni í Globen.

Inni í býnum eru nógvar stórar borgir, prýðiligast eru kongsborgin, ráðhúsið, Tersinska Palatset og Arvfurstens Palats. Har eru eisini stór fornminnissøvn, og har síggjast minnir frá teirri tíðini, Svøríki var eitt høvuðslandið í Norðurevropa. Ymsastaðni í býnum eru stórir vakstrargarðar, og av teimum er Djurgården gitnastur. Í gamla býarpartinum (Gamla Stan) eru enn nógv gomul hús og smalar gøtur. Kongsborgin er eisini í Gamla Stan. Borgin, nú er, varð bygd í 18. øld. Býráðshúsið við teimum trimum krúnunum varð bygt í 1920-árunum. Tað er gitnasta verkið hjá arkitektinum Ragnari Østberg.

Merkisverdasti nýggi bygningur í Stokkhólmi er Globen. Í tí trillrunda, 85 m høga bygninginum er rúm fyri 16 000 fólkum. Húsið verður brúkt til til dømis konsertir, íshockeydystir, o.s.fr. Skjótast er at koma til og frá Globen við undirgrundarbreytini. Hin kosturin er at standa fastur í einum av teimum nógvu bilhalunum, tí ferðsluruðuleikin í Stokkhólmi er stórur.

  1. http://www.usk.stockholm.se/tabellverktyg/tv.aspx?projekt=omradesfakta&omrade=22602
  2. http://www.washingtonpost.com/world/stockholm-riots-raise-questions-about-immigration-policy/2013/05/22/5f7d5394-c316-11e2-8c3b-0b5e9247e8ca_story.html
  3. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-22656657
  4. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/artikkel.php?artid=10103534
  5. http://www.foxnews.com/world/2013/05/22/stockholm-riots-spreading-youths-burn-down-cultural-center-housed-in-1th/

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 59°19′46″N 18°4′7″E / 59.32944°N 18.06861°E / 59.32944; 18.06861