Skjaldarmerki Føroyar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Skjaldarmerki Føroya)
Skjaldarmerki.

Skjaldarmerki Føroya sæst fyrst í kirkjubøstólunum í umleið 15. øld. Tað ímyndar ein veðr á einum skjøldri. Seinri nýtsla sýnir ein veðr í einum innsigli brúkt av løgrættumonnum, ið vóru limir gamla føroyska dómstólinum, løgtinginum. Í seinna parti av 19. øld hómast ein trá í føroyingum at hava eitt savningarmerki. Elsta merkið, vit vita um, er veðramerkið. Seinni kom tjaldursmerkið og tíðum veittraðu tey lið um lið. Men eins og grannar okkara fyri vestan, íslendingar, hildu føroyingar ikki, at tað var hóskandi við djóramynd sum tjóðflaggi.

Skjaldarmerkið fór úr nýtslu tá ið løgtingið varð niðurlagt í 1816. Eftir at løgtingið varð endurreist í 1852, og sjálvt meðan Føroyar vóru de-facto sjálvstøðugar undir seinra heimskríggi, var einki føroyskt skjaldarmerki brúkt. Eftir gildiskomuni av Heimastýrislógini í 1948, kom skjaldarmerki í nýtslu aftur saman við gamla heitinum løgmaður. Og tað var júst løgmaður, og landsstýrið, og ikki løgtingið, sum nú brúkti skjaldarmerkið.

1. apríl 2004 kunngjørdi Løgmansskrivstovan at frá tí degi fóru løgmaður og Løgmansskrivstovan at nýta hesa nýggju útgávuna av skjaldarmerkinum. Henda nýggja útgávan varð grundað á upprunaligu útgávuna á kirkjubøstólunum. Litirnir vóru íblástir av Merkinum, og gult/gylt lagt afturat. Nýggja útgávan ímyndar bukkandi veðr á bláum skjøldri, klárur at verja. Nýggja skjaldarmerkið kann verða nýtt av føroyskum stjórnarráðum og sendistovum. Summi hava skift, meðan onnur enn nýta gomlu útgávuna.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið