Jump to content

Sjómíl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein sjómíl er ein miðal breiddarminuttur.

Ein sjómíl, ein international nautisk míl ella ein fjórðingur er 1852 metrar. Ein sjómíl er upprunaliga ásett sum ein miðal breiddarminuttur (bogaminuttur norður og suður), tvs. 1/60 av einum stigi av einum stórsirkli gjøgnum pólarnar. Tá meturskipanin varð gjørd, var ætlanin, at stórsirkulin gjøgnum pólarnar og gjøgnum París skuldi vera eksakt 40 000 000 metrar. Út frá hesum skuldi ein sjómíl verið  40 000 000 m/60 × 360 = 1851,85 m. Í dag verður stórsirkulin settur til 40 007,86 kilometrar[1], og eftir tí skuldi ein sjómíl verið 1 852,22 metrar.

Óvissan á mátingini av stórsirklinum gjørdi, at fyrr kundi ein sjómíl vera eitt lítið sindur ymisk, í Danmark var hon 1 851,11 m fram til tíðliga í 20. øld.

Men í 1929 varð avgjørt á millumtjóða fundi, at ein sjómíl skuldi vera eksakt 1 852 m. Londini, sum longu brúktu meturskipanina, tóku beinan vegin undir við hesum millumtjóða standardi, USA tók undir við honum í 1954 og Ongland í 1970.

Jørðin er ikki heilt kúluskapað, hon er eitt sindur ellipsoidskapað. So ein breiddarminuttur er millum 1 842,9 og 1 861,6 metrar.[1]

Stórsirkulin um ekvator er 40 075 017 metrar, og ein longdarminuttur við ekvator er tí 1 855,32 metrar.[1] Eisini tann stórsirkulin hevur verið brúktur til at definera ymiskar geografiskar míl, sum ikki longur verða brúktar.

Ein sjómíl er 24,6 % ella rættuliga nær við fjórðingin av eini gamlari danskari míl. Hon fekk tí eisini navnið fjórðingsmíl ella fjórðingur, hóast ein fjórðingur upprunaliga var eitt lítið sindur longri.

Referansur

[rætta | rætta wikitekst]