Pueblofólkið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kiva, rúm hjá pueblo-indiánarum undir jørð. Teir sponsku landtøkumenninir róptu teir pueblos eftir bygdunum, teir búðu í.

Pueblo-indiánararnir vóru og eru fleiri fólkasløg í Suðurvestur-USA. Pueblo er spanskt og merkir millum annað bygd. Hesir indiánarar búðu í sínum bygdum í fjallalendi, og spaniólar róptu teir pueblo. Pueblo-indiánarar búgva har norðuri í New Mexico við ovaru Rio Grande-ánna og tvøráir, har einar tjúgu bygdir eru. Longri vestanfyri býr zunifólkið, og har norðuri í Arizona eru hopi-bygdirnar, og ein bólkur býr í El Paso í Texas. Hóast málsligur og vistfrøðiligur munur er á sosialu og politisku skipanini, líkist mentanin hjá pueblo-indiánarunum nógv, tí hon er miðsavnað um ein ríkan, stílfastan siðaarv, sum lutvíst verður útintur í rúmi undir jørð (kiva), hagar óviðkomandi kann verða sýtt atgongd.

Fyrr livdu pueblofólkini av landbúnaði, men í dag liva tey meira sum løntakarar og av listhandverki, serliga keramikki og silvursmíði. Pueblo-indiánararnir eru einir hálvtrýss túsund í tali (2010). Tann mentanarliga samvirkanin í landinum hjá pueblo-indiánarunum spratt fyri einum tvey túsund árum síðan. Eitt úrslit av hesum samvirki er eitt málsamband, sum nú á døgum fevnir um hopi, zuni, apache, keresanskt og tanoanskt. Tó at hesi amerikonsku mál umboða fimm ymiskar málættir og isolat, so hava tey fleiri málslig eyðkenni í felag. Tann málsliga granskingin er rættiliga ymisk, tí at tanoansk og keresansk mál eru lítið greinað, men hopi er eitt av teimum mest granskaðu málunum í USA.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]