Munurin millum rættingarnar hjá "Facebook"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
Roard (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 16: Linja 16:
|Høvuðssæti =Menlo Park, California, U.S.A.
|Høvuðssæti =Menlo Park, California, U.S.A.
|Tal_av_sølustøðum =
|Tal_av_sølustøðum =
|Lykilfólk =Mark Zuckerberg
|Lyklafólk =Mark Zuckerberg
(Nevndarformaður og Stjóri)
(Nevndarformaður og Stjóri)
Sheryl Sandberg
Sheryl Sandberg

Endurskoðan frá 20. jan 2014 kl. 01:55

Facebook
Slag av virkiHeimasíða
StovningCambridge, Massachusetts, U.S.A. (4. Februar 2004)
StovnariMark Zuckerberg

Eduardo Saverin Andrew McCollum Dustin Moskovitz

Chris Hughes
HøvuðssætiMenlo Park, California, U.S.A.
LyklafólkMark Zuckerberg

(Nevndarformaður og Stjóri) Sheryl Sandberg

(Fíggjarstjóri)
Starvsfólk5,800 (September, 2013)
Mark Zuckerberg

Facebook er ein heimasíða, sum minnir nógv um Myspace.com, og hon stendur í stórum vøkstri. Facebook er eitt sosialt netverk, har fólk lætt kunnu koma í samband við hvønn annan. Tað var tann tá 20-ára gamli Mark Zuckerberg (føddur 14. mai 1984 í New York, USA), sum fann uppá Facebook í 2004. Í mai 2013 hevði tænastan meira enn 1,1 milliardir aktivir brúkarar um mánaðin um allan heim.[1] Tað eru umleið ein hálv millión danskir brúkarar á Facebook.

Nú eru Føroyar so komnar við á egnum máli og hetta hevur veruliga sett gongd á hugin hjá føroyingum at brúka Facebook. Samstundis eru talið á teimum, sum hava skift frá øðrum brúkaramáli sum td. danskt, enskt, svenskt v.fl. til at nýta sítt egna mál, alsamt vaksandi. Føroyingar hava eisini víst seg at vera skjótir at taka møguleikarnar á Facebook til sín og ikki minst, møguleikan at gera flytingar millum m.a. MySpace og Facebook og annars tær heimasíður, sum geva møguleikan at hefta tær til vangamyndina ella senda síðuna til sjálva føroysku høvuðssíðuna.

Spælfyritøkan Zynga eigur fleiri av best dámdu spølunum, ið eru at finna á Facebook. Teirra millum eru FarmVille, Mafia Wars og FishVille.

Hollywood manuskripthøvundurin Aaron Sorkin (føddur 9. juni 1961 í New York, USA) hevur gjørt ein film um stovnanina av Facebook, sum ber heiti "The Social Network."

Facebook verður nógv brúkt til at deila tíðindi við onnur við at leggja leinkjur til tíðindastubba á Facebook. Hetta kann ofta gerast við at trýsta á ein "Dámar" knøtt á tíðindasíðuni ella um tíðindasíðan hevur møguleikan fyri at deila leinkjuna, so er tað ein sera lættur máti hjá fólki at deila ein tíðindastubba, sum tey halda vera áhugaverdan. Facebook verður eisini nógv brúkt til at deila tónleikafilmar, skemtifilmar, ítróttarfilmar og aðrir filmar sum liggja á YouTube. Fólk leggja eisini myndir á Facebook og deila tær soleiðis við onnur. Til ber at velja, um bert vinir kunnu síggja myndirnar ella um øll kunnu síggja tær. Til ber at skriva í síni status linju, hvat ið ein hugsar, at bera onkur boð ella bara at siga góðan dagin o.s.fr. Onnur kunnu so gera viðmerkingar til boðini ella koyra tummilin upp, og soleiðis kunnu vinir hjá vinum fáa boðini eisini. Fleiri dømir eru um t.d. politikkarar sum hava skrivað okkurt óheppið antin á sín egna status ella sum viðmerking til status hjá onkrum øðrum, og eftirsum nógv fjølmiðlafólk eisini eru á Facebook, so fáa tey skjótt frænir av hesum og bera hetta sum tíðindi í útvarpi, sjónvarpi, bløðum ella á tíðinda heimasíðum.

Keldur

  1. Facebook by the numbers (CNET)