Munurin millum rættingarnar hjá "Athen"
CommonsDelinker (kjak | íkøst) s The file Image:Parthenon_von_SW.jpg has been removed, as it has been deleted by commons:User:MBisanz: ''Per commons:Commons:Deletion requests/Files uploaded by Tormod''. ''Translate me!'' |
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ba:Афина |
||
Linja 44: | Linja 44: | ||
[[ast:Atenes]] |
[[ast:Atenes]] |
||
[[az:Afina]] |
[[az:Afina]] |
||
[[ba:Афина]] |
|||
[[bar:Athen]] |
[[bar:Athen]] |
||
[[bat-smg:Atienā]] |
[[bat-smg:Atienā]] |
Endurskoðan frá 26. nov 2012 kl. 15:52
Athen (grikskt: Αθήνα; Athína) er høvuðsstaður Grikkalands og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva 655.780 íbúgvar í sjálvum býnum[1], (fólkatalið var 796.442 í 2004)[2] Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011,[3] á einum 412 km2 stórum øki. Sambært Eurostat er Athen tann stórbýurin í EU, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í EU í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í Evropa. Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera Parthenon á Akropolis, sum av mongum verður hildið at vera tað týdningarmesta bygningsverk frá tí vesturlendsku mentanini frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvar, nevniliga Akropolis og Dafni Klostrið.
Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í Grikkalandi var Akropolis, har 2500 ára gomlu toftirnar av Parthenontemplinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði. Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í vikuni.
Keldur
- ↑ [Statistics.gr
- ↑ Athens Facts (2011 [last update]). "Athens Facts & Figures". aviewoncities.com. http://www.aviewoncities.com/athens/athensfacts.htm?tab=population. Heintað 17 June 2011. "796 442"
- ↑ "ΕΛΣΤΑΤ Απογραφη 2011". www.statistics.gr. http://www.statistics.gr/portal/page/portal/ESYE/BUCKET/General/A1602_SAM01_DT_DC_00_2011_01_F_GR.pdf. Heintað 22 August 2011.
Slóðir úteftir
- Almennar heimasíður
- Cityofathens.gr – City of Athens, almenn heimasíða
- Athens Almenna heimasíðan hjá the Greek National Tourism Organisation
- Søguligar
- EIE.gr – Heimasíða um fornaldarfrøði hjá býnum Athen, Heimasíða hjá the National Hellenic Research Foundation
- Rg.ancients.info/owls – Athenian Owl Coins Through the Ages
- Kronoskaf.com – Simulatión av Athens í 421 BC
- Athens Museums Information - Fullfíggjað vegleiðing til ferðafólk við myndum, viðmerkingum frá vitjandi og ummælir.
- Ferðing