Munurin millum rættingarnar hjá "Avgustur"
Luckas-bot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: pnb:سپرم وہیل |
s Bottur: ru:Кашалот er ein útvald grein |
||
Linja 19: | Linja 19: | ||
[[Bólkur:Súgdjór]] |
[[Bólkur:Súgdjór]] |
||
{{Link FA|ru}} |
|||
[[af:Potvis]] |
[[af:Potvis]] |
Endurskoðan frá 17. okt 2012 kl. 23:12
Augustur (Physeter macrocephalus) er heimsins størsti tannhvalur. Hannurin kann blíva uppí 20 metrar langur og viga uppí 50 tons. Honin er uppí 12 m til longdar og vigar 16 tons.
Augusturin livur í høðvusheitum av høggislokki. Hvalurin hevur einar 19 - 23 spískar tenn í tí klæna undirkjaftinum. Í yvirkjaftinum hevur hann holur, sum tenninar passa uppí. Nógvir augustar, serliga teir stóru hannanir, sum kunnu kava longst niður, kunnu takað rættiliga stóran høggislokk. Høðvusføðin er tó minni høggislokkur.
Augusturin hoyrir til millum teir hvalinir, sum kava longst niður. Teir kunnu vera undir í yvir ein tíma og kava longur enn ein km niður, teir stóru hannanir kunnu fara enn longur niður.
Augustur - Spermur
Hvalurin verður eisini nevndur Spermur, hetta er eisini enska (sperm whale) og norska spermhval) navnið. Hetta navnið kemur av einari serligari olju, sum finst fremst í kúluni á hvalinum, í tí sokallaða spermacetorgan. Henda oljan er klár og flótandi við kropshita, men stadnar tá hitin lækkar og verður tá til ein hvítan form, nakað líkt stearin, hetta líkist nakað sáð og hagani kemur navnið.
Gera landgongd
Jóladag í 2000 svam ein augustur seg uppá sandin í Nesi í Hvalba. Roynt varð at fáa hann útaftur, men tað eydnast ikki.
Nýggjársdag 2012 gjørdi ein augustur landgongd í mølini millum sandbakkar í Nesi í Hvalba.[1] Eftir ráðum frá djóralækna varð ikki roynt at gera nakað við henda augustin, sum doyði seinni sama dag.[2]
Keldur
- ↑ Sudurras.info, Augustur í Hvalba
- ↑ Kringvarp Føroya, Morgunsendingin 3. januar 2011.