Ríkið
Appearance
(Ávíst frá Riget)
Ríkið (dansk: Riget) er ein danskt-framleidd sjónvarpsrøð í 8 pørtum, skapað í 1994 av Lars von Trier og samframleidd av Lars von Trier og Morten Arnfred. Teir fyrstu fýra partarnir vóru vístir á DR1 frá 25. november til 15. december 1994 og hinir partarnir, við heitinum Riget II, vóru vístir frá 24. november til 15. desember 1997. Sjónvarpsrøðin varð eisini víst í Føroyum hjá Kringvarpinum. Leikgongdin gongur fyri seg á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sum av mongum verður nevnt Riget, harav kemur eisini heitið á sjónvarpsrøðini.
Ríkið hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú fýra Bodil virðislønina og seks Robert virðislønina.
Týdningarmiklir leiklutir
[rætta | rætta wikitekst]| Navn | Verður spælt av | Starv ella annað |
|---|---|---|
| Sigrid Drusse | Kirsten Rolffes | Pensjónistur & spiritistur |
| Stig Helmer | Ernst-Hugo Järegård | Yvirlækni |
| Einar Moesgaard | Holger Juul Hansen | Leiðandi yvirlækni |
| Jørgen "Krogen" Krogshøj | Søren Pilmark | 1. reservalækni |
| Rigmor Mortensen | Ghita Nørby | Narkosulækni |
| Bulder Harly Drusse | Jens Okking | Portørur |
| Hansen | Otto Brandenburg | Portørur |
| Mary Jensen | Annevig Schelde Ebbe | Spøkilsi |
| Palle Bondo | Baard Owe | Patologur |
| Judith Petersen | Birgitte Raaberg | Reservalækni |
| Mogens "Mogge" Moesgaard | Peter Mygind | Læknalesandi |
| Downs syndrom fólkini í kjallaranum | Morten Rotne Leffers & Vita Jensen | Uppvaskarar |
| Camilla | Solbjørg Højfeldt | Sjúkrarøkarfrøðingur & svøvnlaborantur |
| Åge Krüger | Udo Kier (rødd: Erik Wedersøe) | Fyrrv. lækni & demonur |
| Bob Stjóri | Henning Jensen | Sjúkrahússtjóri |
| Sanne Jeppesen | Louise Fribo | Læknalesandi |
| Lítlibeiggi | Udo Kier (rødd: Evald Krog) | Sjúklingur |
| Ole (hjá gentunum) | Erik Wedersøe | Gestaltterapeutur |
| Mona Jensen | Laura Christensen | Sjúklingur |
| Christian | Ole Boisen | Læknalesandi |
| Lars von Trier | Lars von Trier (hann sjálvur) | Upplesari |
| Frú Svendsen | Birthe Neumann | Skrivari |
| Prestur | Nis Bank-Mikkelsen | Prestur |
Onnur leikandi
[rætta | rætta wikitekst]
|
|