Pálmasunnudagur
Pálmasunnudagur hevur navn eftir teimum pálmagreinum, ið fólk breiddu á vegin, tá Jesus reið inn í Jerúsalem á einum asna. Í krígstíð reið kongur á rossi, men í friðartíð varð asnin vanliga nýttur. Jesus reið á einum asna; hetta merkti kanska, at hann kom við friði. Hetta er inngangurin til páskavikuna, sum eisini verður nevnd dymbildagavika ella stillavika.
Bíbliusøgan
[rætta | rætta wikitekst]Pálmasunnudagur verður hildin til minnis um hesa hending:
"Jesus visti, at tíðin nærkaðist, at hann skuldi doyggja. Hann bað lærusveinar sínar fara eftir einum asna og fylinum hjá tí. So reið Jesus inn í Jerúsalem. Hetta var tekin um, at hann kom við friði. Ein fjøld av fólki stóð fram við vegnum í Jerúsalem og heiðraði hann sum kong. Í virðing fyri Jesusi tóku tey pálmagreinar av trøunum og løgdu á vegin. Somuleiðis yvirklæði teirra. Tey róptu: – Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!"
- Úr Matt. 21,1-12.