Jump to content

Póllandbóltur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Polandball)
Brúkaraskaptur Póllandbóltur, sum avmyndar tað pólska flaggið
Britball avmyndar bretar og er teknaður sum bretska flaggið, hevur hatta á høvdinum og tekopp í hondini.

Póllandbóltur ella Polandball sum tað eitur á enskum og fleiri øðrum málum (eisini kent sum Countryball) er eitt brúkaraskapt internetfenomen. Tað byrjaði á /int/ board of Krautchan.net í 2009. Fenomenið tekur skap eftir einum stórum tali av teknirøðum á internetinum. Teknirøðsfigurnarnir umboða lond og eru teknaðir sum bóltar. Bóltarnir samskifta á hálvbrotnum enskum máli og skemtast við tjóðareyðkennum og altjóða relatiónum. Stílurin verður nevndur bæði Póllandbóltar og Landabóltar (Pollandball og Countryball). Bóltarnir eru teknaðir við litunum á fløggunum hjá ávísum londum.

Upprunin til Póllandbóltin

[rætta | rætta wikitekst]

Póllandbóltur byrjaði sum eitt slag av spæli "internetskríggi" millum pólskar brúkarar og brúkarar úr øðrum londum kring heimin á heimasíðuni drawball.com. Heimasíðan loyvir brúkarum at tekna tað sum tey hava hug til. Síðan loyvir eisini brúkarum at tekna útyvir tað sum onnur hava teknað. Krautchan.net er eitt internetforum á týskum máli. /int/ board hjá hesi síðu verður ofta brúkt av enskt-mæltum internetbrúkarum. Sagt verður, at bretski internetbrúkarin Falco hevur uppfunnið byrjanina til Póllandbóltin. Hann brúkti MS Paint fyri at skapa bóltarnar. Síðan var tað ein pólskur brúkari, Wojak, sum gav sítt íkast á hálvbrotnum enskum máli. Seinni hava nógvir russar tikið Póllandbóltin til sín og hava gjørt nógvar teknirøðir um tað.[1]

  1. "Polandball". Knowyourmeme. http://knowyourmeme.com/memes/polandball. Heintað 26. mars 2012. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið