Persónur (máll.)
Appearance
Persónar eru tríggir í tali í føroyskari málfrøði. Teir verða lýstir við persónsfornøvnum. Hesi persónsfornøvnini verða bend í føllum, tølum og kyni á júst sama hátt sum navnorð. Teir tríggir persónarnir eru:
- Fyrsti persónur er tilsiping til sín sjálvs, ella til ein bólk,´ið ein sjálvur er partur av. Á føroyskum sipa hesi persónsfornøvnini til 1. persón: eg, meg, mær, mítt, mín, míni osfr.
- Annar Persónur er tann ella tað, ið talað verður við í beinleiðis talu. 2. persónur hevur hesi persónsfornøvnini: tú, teg, tær, títt, tín, tíni osfr.
- Triði persónur er tann ella tað, ið talað verður um. Hesi persónsfornøvnini standa í 3. persóni: hann, hon, tað, honum, hansara, hana, hennara, tí, tess, sín, sítt osfr.
Sagnorð verða m.a. bend í persónum.
Bending av persónligum hjáorðum í føllum, tølum og kynum:
eintal | 1. persónur | 2. persónur | 3. persónur |
hvørfall | eg | tú | hann, hon tað |
hvønnfall | meg | teg | hann, hana, tað, seg |
hvørjumfall | mær | tær | honum, henni, tí, sær |
hvørsfall | mín, mín, mítt | tín, tín, títt | hansara, hennara, tess, sín, sítt |
fleirtal | 1. persónur | 2. persónur | 3. persónur |
hvørfall | vit | tit | teir, tær, tey |
hvønnfall | okkum | tykkum | teir, tær, tey, seg |
hvørjumfall | okkum | tykkum | teimum, sær |
hvørsfall | okkara | tykkara | teirra, síni |
1. persónur og 2., t.e. mín og tín ávíkavist, umframt afturbenda fornavnið, sín, í eintali og hvørsfalli weu sermerkt við, at tey kunnu bendast umaftur í føllum og tølum. Hesi verða tá nevnd Ognarfornøvn | |||
eintal | 1. persónur | 2. persónur | 3. persónur |
hvørfall | mín, mín, mítt | tín, tín, títt | sín, sín, sítt |
hvønnfall | mín, mína, mítt | tín, tína, títt | sín, sína, sítt |
hvørjumfall | mínum, mínari, mínum | tínum, tínari, tínum | sínum, sínari, sínum |
hvørsfall | míns, mínar, míns | tíns, tínar, tíns | síns, sínar, síns |
fleirtal | 1. persónur | 2. persónur | 3. persónur |
hvørfall | mínir, mínar, míni | tínir, tínar, tíni | sínir, sínar, síni |
hvønnfall | mínar, mínar, míni | tínar, tínar, tíni | sínar, sínar, síni |
hvørjumfall | mínum, mínum, mínum | tínum, tínum, tínum | sínum, sínum, sínum |
hvørsfall | mína, mína, mína | tína, tína, tína | sína, sína, sína |
Sum sagt verða sagnorð m.a. bend í persónum: | |||
eintal | 1. persónur | 2. persónur | 3. persónur |
at vera | eg eri | tú ert | (hann/hon/tað) er |
at skriva | eg skrivi | tú skrivar | (hann/hon/tað) skrivar |
at sleppa | eg sleppi | tú sleppur | (hann/hon/tað) sleppur |
fleirtal | 1. persónur | 2. persónur | 3. persónur |
at vera | vit eru | tit eru | (teir/tær/tey) eru |
at skriva | vit skriva | tit skriva | (teir/tær/tey) skriva |
at sleppa | vit sleppa | tit sleppa | (teir/tær/tey) sleppa |