Oniscus asellus
Oniscus asellus | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Oniscus asellus (frøðiheiti - Oniscus asellus, føroyskt navn væntar, danskt glat bænkebider), er eitt grátt undir steini í Føroyum. Oniscus asellus finst helst í flestu oyggjum, men tykist vera mest í tali í sunnaru helvt av landinum.[1]
Oniscus asellus verður vanliga upp til 16 mm til longdar, og er heldur flatt av vøkstri. Tað er skyggjandi brúnt ella grátt á liti. Á bakinum síggjast ofta bleikir blettir, hetta eru øki ið goyma kálk ið verður brúkt til at styrkja ytru beinagrindina eftir hamskifti. Hamskifti hendir í tveimum stigum, fyrst aftara helvt, síðan fremra helvt, gamli hamurin verður ofta etin av djórinum aftaná hamskifti. Oniscus asellus sæst ofta um tú vendir einum steini ella træpetti, ið liggur í svørðinum. Tað livir í ymsum vátligum búøkjum, eisini har lítið er til av kálki, og er tað einasta gráa undir steini ið sæst í lyngheiðalendi.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen, Distribution of Woodlice (Isopoda: Oniscoidea) in the Faroe Islands, Fróðskaparrit nr. 54 2006