National Rifle Association of America
National Rifle Association, stytt. NRA, er ein amerikanskur áhugafelagsskapur, sum arbeiður fyri rættin hjá tí einstaka til at kunna hava vápn, bæði til at veiða og til sjálvsverju. NRA hevur yvir 5 milliónir limir[1] og er millum USA`sa máttmiklastu áhugafelaskapum, av teirra nógvu lobbyismu.
Felagsskapurin bleiv grundlagdur í New York City í 1871 við navninum American Rifle Association.
NRA'sa høvuðsuppgáva er at verja rættin hjá amerikanarum at eiga og bera vápn, niðurskriva í grundlóg teirra. Eftir hesum kann skiljast at felagsskapurin er ímóti vápnaeftirliti, men tey eru við uppá er broyta lógirnar soleiðis at dømd kriminel ikki kunnu fáa byrsur. Tey eru eisini við uppá harðari revsing fyri brotsverk sum hava við skotvápn at gera. NRA eru ikki flokspolitiskur, og hava tey einsini limir úr bæði Republikanska- og Demokratiskaflokkinum, men tað eru kortini fleiri republikanarir en demokratar sum hava somu sjónarmið sum felasgskapurin.
Við síðina av tí politiskia arbeiðinum, hava tey eisini trygdarlæring (har man lærur at brúka eina byrsu) og sporstskjóting.
Frá 1998 til 2003 var tann kendi skjónleikarin Charlton Heston formaður og talsmaður fyri NRA. Núverandi forsetin í felagnum er Allan D. Cors.
NRA fær kapping frá tí nógv minna og meiri radikala felagsskapinum Gun Owners of America.
Keldir
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ www.statesmanjournal.com[deyð leinkja] (Enskt)