Jump to content

Nýggjastova

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Nýggjustovu)

Nýggjastova er eitt av elstu húsunum í Havn. Helst bygd fyri ár 1600. Nýggjastova er í Gongini í býlinginum, sum tey fyrr nevndu »heima í Havn«. Tað er býlingurin í norðrara partinum av Gongini, niðan móti Húsabrúgv, út móti Doktaragrund og oman til Havnará. Staðið er tiltikið veðurgott, og er tað uttan iva orsøkin til, at tey gomlu hava búsett seg her. Í gomlu Havnini vóru tveir býlingar, »heima í Havn« og »úti í Havn«, sum var býlingurin úti á Reyni ytst móti Tinganesi, har kirkjan, kirkjugarður og prestagarður var. Har stóð eisini Latínskúlin.

Nýggjastova var í mong ár Sorinskrivarahús. Ein kendur persónur úr Nýggjustovu er Bente Christine Broberg, betur kend sum Beinta. Hon sum var fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen í bókini Barbara. Beinta er fødd í Nýggjustovu í 1667 og vaks upp har. Í skjølum sæst, at sonur hennara og harra Jónas, viðareiðisprest, sum æt Frederik Jonassen, seinni átti húsini.

Ein annar kendur persónur úr Nýggjustovu er V. U. Hammershaimb, sum vaks upp í Nýggjustovu. Mamma hansara var úr Nýggjustovu, og pápin úr Fútastovu hinu megin Gongina. Pápin, Jørgen Frants Hammershaimb var sonur fútan, sum eisini æt V. U. Hammershaimb. Gamli fútin var sonur tann fyrsta Hammershaimb, sum kom til Føroya at vera fúti í 1723. Hann æt eisini Jørgen Frants Hammershaimb, og hann giftist - eins og abbasonurin - við konu úr Nýggjustovu.

Skifti viðvíkjandi Nýggjustovu:

Peter Sørensen Broberg, giftur við Birgithe Bøgvad, deyður 5. desember í 1714, skifti 16. januar 1716, 7 merkur, 7 gyllin og 4 skinn. Arvingar hansara eru: I: Cathrina Margrethe Broberg, gift við Hans Pedersen Top í Nakskov, Peder Hansen Top

II: Benthe Christine Broberg, nú gift við Peder Ditlefsen Arahboe, samt den salig Matrones Egen og aparte søn, Frederik Severinsen Schougaard

Húsini hjá Beintu (Pg 17 30/38 fol 122) 2. november 1729 fær Frederik Jonasen, sum býr í húsunum, bræv upp á tey frá Peder Arebo

1755 Tá doyr Samuel Pedersen Lamhauge, løgmaður. Hann er giftur Amgard Maria Weyhe

1766 Skifti eftir Jørgen Frantz Hammershaimb, fúta giftur Elisabeth Christine Samuelsdatter H., f. Weyhe, deyð í 1776

Mad. Armgardh Maria Lund, dóttir teirra, deyð í 1781 Gift Handelsforvalter Ulrich Adolf Lund, deyður 1774 Børn teirra hava arvað Nýggjustovu

1784 Sorenskriver Lund og Søstre búgva í Nýggjustovu Rubek Lund, sorenskrivari, doyr ógiftur í 1789

1795 Skifti eftir sorenskriver Rubek Lund. Helene Christien Egholm, gift Samuel Egholm, sum siglir úti og Elisabeth Christine Lund, systrar hansara arva hansara helming í húsunum, so tær nú eiga ein helming hvør.

1801 Helene Christine Egholm, 34 ár, gift, Niels Ulrick, 12 ár Armgarth Marie, 10 ár, hendes børn A. M. giftist Jørgen Frantz Hammershaimb, løgmanni

1819 Mad. H. C. Egholm og Jfr. E. C. Lund.

1820 Skifti eftir Jørgen Frantz Hammershaimb, const. laugmand, giftur Armgardt Marie, født Egholm Børn: Marie Louvise, 5 ½ ár Wenceslaus Ulricus, 1 ¼ ár A. M. flutti inn til mammuna, tá J. F. Hammershaimd doyði, og búði har alla ævi sína

1820 31. dec. pæp. 1818, f. 100. Lutaseðil til Elisabeth Christine Lund úr skifti eftir Rubek Lund, sorenskrivari, bróðir hennara

1822-24

1834:61 Armgard Marie, født Egholm, 42 ár, enke eftir afg. laugmand Hammershaimb Marie Luise Hammershaimb, 20 ár, ugift, hendes datter

1850:31 1856:220 Madam A. M. Hammershaimb

1860:68 Armgard Marie Hammershaimb, f. Egholm, 69 ár, enke Marie Louse Hammershaimb, 46 ár, ugift (d. 1873, 31. juli, 59 ára gomul)

1867:163 Mdm. Hammershaimb. Et Vaaningshus.

1870:85