Jump to content

Monnow Brúgvin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Monnow Brúgin)
Monnow Brúgvin

Monnow Brúgvin (enskt: Monnow Bridge) í Monmouth, Wales er tann einasta av sínum slag av armeraðum brúgvum frá miðøldini, har tornið á brúnni enn er varðveitt. Brúgvin fer yvirum ánna Monnow, umleið 500 metrar frá staðnum, har áirnar Monnow og Wye. Nú er brúgvin bert loyvd fyri fólki, sum eru til gongu og hon er vard á hægsa stigi (Grade one listed buildings). Brúgvin varð bygt í seinna helmingi av 13. øld. Hildið verður, at hon var gjørd liðug í 1272, men ongi skjøl finnast sum prógva tað. Frá 1889 til 1902 var eitt stórt arbeiði gjørt, fyri at varðveita brúnna, og tað eydnaðist.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið