Lyngheiði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Blomstrandi lyngheiði við Calluna vulgaris við Vrads, sunnan fyri Silkeborg í Danmark

Lyngheiði er eitt lívøki (biotopur) við lágum, trækendum vøkstri, sum t.d. lyngi, í, sum oftast, súrum, ófruktbarum jørðildi.

Lyngheiðalendi eru nógvastaðni í Europa uppstaðin sum úrslit av húsdjorahaldi, har húsdjórini halda trævøkstrinum niðri, men í Føroyum og Bretsku oyggjunum er lyngheiðin uppstaðin náttúrliga av tí vátliga og svalliga veðurlagnum.