Jump to content

Iglasnigil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lymnaea truncatula)
Iglasnigil

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Undirflokkur: Heterobranchia
Yvirhópur: Hygrophila
Hópur: Pulmonata
Undirhópur: Basommatophora
Ætt: Lymnaeidae
Slekt: Galba
Slag: Galba truncatula

Iglasnigil (frøðiheiti - Galba truncatula (áður: Lymnaea truncatula)), er ein vatnakúvingur.

Iglasnigilin er lítl og hevur sum oftast døkkan kúving.

Hann er vanligur á vátlendi í undirhaganum. Vit finna hann eisini innangarðs har vátt er um. Navnið hevur hann fingið av tí, at livraigilin Fasciola hepatica livir í honum ein part av ævi síni. Fær seyðurin hendan igilin niður í seg, fer hann inn í livrina á seyðinum, sum verður sjúkur av tí, sjúkan verður rópt iglasótt. Fyri at bøta um hetta plaga menn at skera upp haga.[1] Kanningar av føroyskum djóralívi í 1920'unum vístu at uml. 5% av stovninum var fongdur við livraigli.[2]

Hæddin á fullvaksna kúvinginum er 5-10 mm, breiddin er 2,5-6 mm og hevur hann 5-6 eggrundar snúningar.

  1. Jákup M. Kjeld, Ryggleys dýr, 1971
  2. R. Spärck og S. L. Tuxen, The Zoology of the Faroes, 1928-71