Luke Kelly
Luke Kelly ( *17. november 1940, † 30. januar 1984) var ein sangari og fólkatónleikari frá Dublin, Írlandi sum er best kendur sum ein av stovnarunum av kenda bólkinum The Dubliners saman við Ronnie Drew. Á ungum árum flutti hann til Onglands saman við bróður sínum Paddy. Hann arbeiddi í stálídnaðinum og annars ymiks fyrifallandi arbeiði. Hann lærdi seg at spæla banjo og byrjaði at framføra á ymsastaðni í Onglandi saman við øðrum írum sum búðu í eksil í Onglandi. Í 1962 flutti hann heimaftur til Dublin og stutta tíð seinni gjørdist hann partur at einum tónleikabólki, sum fyrst varð nevndur the Ronnie Drew Ballad Group og síðan, eftir uppskoti frá Luke Kelly, fekk navnið The Dubliners. Hann fann uppá navnið, tí hann júst tá las eina skaldsøgu eftir James Joyce við heitinum The Dubliners. Luke helt eina pausu uppá tvey ár frá The Dubliners frá 1964-66, men seinni var hann aftur virkin har í nógv ár.
Luke datt um á pallinum, meðan hann framførdi við The Dubliners hin 30. juni 1980 í Cork Opera House. Stutta tíð seinni varð staðfest, at hann hevði ein svull í heilanum. Hóast tað, so fór hann á evropaturne eftir at hann varð skurðviðgjørdur fyri svullin í heilanum. Hann hevði tó trupulleikar við at minnast tekstir og føldi seg til tíðir veikan. Á heysti 1983 noyddist hann tvær ferðir at fara av pallinum meðan teir framførdu, fyrru ferð var í Traun í Eysturríki og seinnu ferð var í Mannheim í Týsklandi. Hann noyddist at gevast við konsertferðini og fekk tí ikki tann partin við sum var í Suðurtýsklandi. Hann varð fyrst innlagdur á sjúkrahúsi í Heidelberg, men stutta tíð seinni fór hann við flogfari heim aftur til Dublin, har hann varð innlagdur. Hann varð skurðviðgjørdur enn einaferð, og eftir at hava hildið jól saman við familjuni varð hann aftur innlagdur. Hann andaðist hin 30. januar 1984.