Jump to content

Leggstutt fransagras

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Leggstutt fransagras

Leggstutt fransagras (frøðiheiti Primula vulgaris) er helst horvið av sínum upprunavakstrastaði, sum var í Traðarhamri á Sandi. Orsøkin var tann, at fólk tóku hana inn í urtagarðar. Henda planta er eisini at finna í urtagarðinum hjá Føroya Náttúrugripasavni. Hon er 10-25 cm. Blómuleggurin blaðleystur. Øll bløðini stovnstødd, 5-25 cm long, øvut eggvaksin til spakavaksin, óregluliga tent, snøgg á ovara borði uttan á æðrunum. Blómurnar gular, einstakar á legginum, meira ella minni upprættar; bikarið trektvaksið, dúnhært eins og teir longu blómuleggirnir. Bl. í juni.


Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]