Jump to content

Kunoyar bygd

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Kunoy (bygd))
Kunoy
Kunø (danskt)
Bygd
Kunoy
Kunoy
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Kunoy
Kommuna Kunoyar kommuna
Íbúgvar 71 (2015)[1]
Postnummur FO-780
Markatal 32-08-00 mk.gl.sk.

Bygdin Kunoy liggur á vestursíðan á Kunoynni. Hóast Kunoyggin er 14 km. long, er bara tann eini møguleikin fyri føstum búplássi á vestursíðuni, og har liggur bygdin á flatanum undir Skarðdali og Lítladali. Omanfyri dalarnir eru Lítlafjalli og Kúvingafjalli fyri norðan og Urðafjalli fyri sunnan. Ongar fornfrøðiligar kanningar eru gjørdar í Kunoy, ið kunna siga nakað um aldur á bygdini, men haldast má, at hon er bygd í landnámstíðini.

Tríggjar rættuliga stórar áir renna oman gjøgnum bygdina: Garðá, Myllá og Skarðdalsá, og tríggir býlingar hava verið frá fyrndini í bygdini, og liggja teir við hvør sín á. Suðuri í Bø, Heimi í Húsi og Norðuri í Húsi. Í 1737 eru tveir býlingar, Heimi í Húsi og Suðuri í Bø. Gamalt er, at Norð í Húsi skal vera triði býlingurin í Kunoy. Har skal fólk hava búð í gomlum døgum, men um ár 1700 doyr býlingurin út. Í 1825 búgva aftur fólk Norð í Húsi. Fólkateljingin í Føroyum í 1801 vísur, at bygdini Kunoy búgva 13 familjur, sum telja tilsamans 64 fólk.

Í 1930-árunum varð farið undir at gera ein uppdyrkingarveg í Kunoy. Hann gongur sunnan av Bø, níðan frá Garðá, framundir víðarlundini, har ein rættuliga stór brúgv bleiv gjørd um Myllá, og so norðureftir omanfyri bygdina, og oman aftur gongur hann í hin gamla vegin Norðuri í Húsi. Tað tók nakrar vetrar at gera vegin, og er hann um 1,5 km til longdar.

Síðani vegasamband kom til bygdina er stór útstykking gjørd í bygdini. Hendan útstykkingin liggur sunnanfyri Garðánna, og omanfyri býlingin Suðuri á Bø, og er fleiri nýggj hús bygd har, eins og grundstykkir eru tøk til framtíðar sethúsabygging.

Kunoy var nýggjársbygd. Hagar komu fólk úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.

  1. Hagstova.fo


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið