Jump to content

Krossfiskar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Krossfiskur)
Krossfiskur.

Krossfiskar (frøðiheiti Asteroidea) eta sjósniglar, skeljar, sjósvampar, koralldýr og onnur dýr. Teir nýta súgskálirnar á undirborðinum á ørmunum, tá ið teir flyta seg. Tindar eru á kroppinum og ørmunum. Á havsbotni liva krossfiskar, slangukrossfiskar og aðrar tindahúðir í hópatali. Krossfiskar verða úr 8 cm og upp í 1 m. í tvørmát. Krossfiskar hava vanliga fimm armar. Igulker líkjast krossfiskum, ið hava lagt armarnar upp og saman ímóti miðjuni, so tey eru rundvaksin. Krossfiskar hava smáar, rundaðar nabbar og kálkplátur í húðini. Krossfiskar eta t.d. skelja- og koralldýr. Bæði krossfiskar og igulker skríða á smáum súgfótum. Súgføturnir hava samband við vatnræsaskipan, ið pumpar vatn út í súgføturnar, tey seta út ígjøgnum smá hol í kálkskelini. Súgføturnir verða styttri ella longri, sum trýstið í teimum er. Igulker kunnu tí taka seg upp eftir steyrrøttum klettum, og krossfiskur fær við súgskálunum togað skeljarnar á skeljadýri sundir og etið tað. Flestir partar á krossfiski vaksa út aftur og serliga armarnir. Missir hann ein arm, er hann vaksin út aftur eftir tveimum vikum. Í miðjun undirborðinum eru munnurin og magin á krossfiskinum, og gotið er omaná. Nervalagið, meltingarleiðin og vatnræsaskipanin greina seg út í allar armarnar.

Vanligi krossfiskurin togar við súgfótunum á ørmunum skeljarnar sundur. Tá ið skeljadýrið maktast, noyðist tað at gapa. So smoyggir krossfiskurin magan inn ímillum skeljarnar og letur sodningarvætu í tað, og sýgur tað bleyta dýrið í seg. Krossfiskur etur m.a. skeljadýr, og hann nýtir súgføturnar at opna skeljarnar. So trýstir hann magan inn ígjøgnum opið og etur fongin.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið