Kongadømið Mide
Appearance
Mide (fornírskt: [ˈmʲiðʲe] enskt: [ˈmiːð]), stavað Midhe í nútíðar írskum og anglifiserað til Meath, var eitt kongadømið í gamla írlandi í vardi meir enn 1.000 ár. Navnið merkir "miðja" og sipar til at hetta kongadømið lá í miðjuni av Írlandi.
Tá Mide hevði størstu vídd, fevndi tað alla núverandi sýsluna County Meath (ið hevur arvað navnið frá kongadøminum), alla sýsluna Westmeath, og partar av Cavan, Dublin, Kildare, Longford, Louth og Offaly.