Jump to content

Tíðarfesting

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Klokkutíð)
Dagfesting
1. dagur í ártúsundinum    Í dag   (tak niður av nýggjum)
leygardagur, tann 1. januar 2000 mánadagur, tann 2. desember 2024
leygardagur 1. januar 2000 mánadagur 2. desember 2024
1. januar 2000 2. desember 2024
1. jan. 2000 2. des. 2024
1. jan. 00 2. des. 24
1.1.2000 2.12.2024
1.1.00 2.12.24
1/1-2000 2/12-2024
1/1-00 2/12-24
1/1 00 2/12 24
01.01.2000 02.12.2024
01.01.00 02.12.24
2000-01-01         (ISO-standard) 2024-12-02
20000101 20241202

Hesi heiti verða búkt á klokkutíðini innan fyri ein tíma
(í døminum millum kl. 2 og 3) í óformellum føroyskum máli.
   Dagfesting og klokkutíð, tá henda síðan varð tikin niður,   
   skrivað eftir reglunum í ISO 8601 (tak niður av nýggjum):
2024-12-02T22:17:15Z
2024-12-02T23:17:15+01

Tíðarfesting kann vera dagfesting, klokkutíð ella bæði.

Dagfesting

[rætta | rætta wikitekst]

Á føroyskum skriva vit oftast dagfesting í raðfylgjuni dagur, mánaður og ár eins og í flestu londum í Vesturevropa. Hetta kann gerast upp á nógvar ymiskar mátar við tølum og teknum og við at skriva navnið á mánaðinum ella nummarið.[1][2] Lutfalsliga nýggja siðvenjan at skriva 0 framman fyri 1-siffraðar dagar og mánaðir er ikki røtt sambært Dansk Sprognævn;[3] men hetta er blivið so vanligt, at tvey dømi við hesum eru víst í listanum til høgru.

Til ber eisini at skriva í raðfylgjuni ár, mánaður og dagur, og tá eigur hetta at vera við 4-siffraðum ári og 2-siffraðum mánaði og degi við bindistriku ímillum, aaaa-mm-dd, ella uttan tekn ímillum,[3] sí stykkið um ISO 8601.

Aðrar raðfylgjur, sum t.d. tann amerikanska við mánaði, degi og ári, eiga ikki at verða brúktar.

Klokkutíð

[rætta | rætta wikitekst]

Til ber at býta døgnið upp í 24 tímar ella 2 ferðir 12 tímar. Tað fyrra verður mest brúkt á skrift og í formellum máli; tað seinna mest í talumáli og óformellum máli.

Gerandisdagar eru tíðindini í Útvarpinum tíggju minuttir í hálvgum eitt (um middagsleiti). Fyrr bleiv hetta ofta skrivað 1220, í dag er standardurin sambært Dansk Sprognævn 12.20 og sambært Dansk Standard og ISO 12:20.

Tá vit lesa klokkutíð, sum er skrivað formelt eftir 24 tíma klokku, gera vit sjálvi av, um vit gera hana um til 12 tíma klokku. 19:10 kann verða lisið "nítjan tíggju", "tíggju minuttir yvir sjey" ella, um neyðugt, " tíggju minuttir yvir sjey á kvøldi".

Illa ber til at brúka óformelt mál um klokkutíð við bæði tímum, minuttum og sekundum. 19:10:25 verður vanliga lisið "nítjan tíggju fimm og tjúgu".

Eftir millumtjóða standardinum ISO 8601 verða størri eindir altíð skrivaðar áðrenn smærri, og sum útgangsstøði verður dato skrivaður aaaa-mm-dd og klokkutíð hh:mm:ss. Dato og klokkutíð verða skild við T. Eftir klokkutíðina eigur tíðarsona at verða upplýst, uttan so, at misskiljing er útilokað.

Referansur

[rætta | rætta wikitekst]