Jákup Súni Berg
Appearance
(Ávíst frá Jákup Suni Berg)
Jákup Súni Berg (føddur 1980) er ein føroyskur ítróttamaður og fitness instruktørur. Tvey ár á rað vann hann kappingina Føroya sterkasti maður, hann vann í 2011 og 2012. Hann luttók ikki í 2013 orsakað av skaða, men í 2014 var hann við aftur og gjørdist nummar tvey, næst eftir Bjarna Nielsen. Í 2011 varð hann settur í starv hjá Indi Fitness í Havn, sum fitness instruktørur.[1] Áðrenn tað arbeiddi hann sum leiðari á goymsluni hjá P/F Poul Hansen.
Føroya sterkasti maður
[rætta | rætta wikitekst]Jákup Súni hevur fleiri ferðir luttikið í kappingini um at gerast sterkastur í Føroyum. Í 2013 fekk hann ikki tikið lut orsakað av skaða, í 2011 og 2012 vann hann kappingina.
Sterkastur í Føroyum 2014
[rætta | rætta wikitekst]- Bjarni Nielsen - 22,5 stig
- Jákup Súni Berg - 20 stig
- Bogi Hammer - 14,5 stig
- Helgi Lamhauge - 10 stig
Føroya sterkasti maður 2011 og 12
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Yndi.fo Jákup Súni Berg
- ↑ Kringvarp.fo sendingin 3-2
- ↑ Kringvarp.fo, 3-2 Jákup Súni sterkasti maður í Føroyum