Jump to content

Imelda Marcos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Imelda)
Imelda Marcos (2006)

Imelda Remedios Visitación Trinidad Romuáldez-Marcos (f.2. juli 1929 í Manila, Filipsoyggjar) er einkja eftir Ferdinand Marcos, fyrrverandi forseta á Filipsoyggjum.[1][2] Áðrenn hon bleiv gift við Ferdinand Marcos var hon ein songkvinna og modell. Maður hennara varð ákærdur fyri at hava myrt Benigno Aquino, Jr., sum førdi til EDSA kollveltingina, sum førdi til at Ferdinand og Imelda Marcos máttu rýma av landinum. Eftir at Ferdinand var deyður, gav Corazon Aquino amnesti til Imeldu og familju hennara. Imelda Marcos hevur síðan verið aktiv í politikki, og varð vald í Umboðsmannahúsið fyri flokkin Leyte í 1995 og aftur í 2010 fyri Ilocos Norte. Hóast fleiri ákærur um korrupsjón, so hevur hon megnað at sloppi undan fongsulsdómi, og hetta hevur givið henni eyknevni Stál-summarfuglurin.

  1. Katherine Ellison, Imelda, Steel Butterfly of the Philippines, McGraw-Hill, New York, 1988. ISBN 0-07-019335-5
  2. Imelda: a Story of the Philippines, Beatriz Francia
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið