Høgni Lisberg
Appearance
Høgni Lisberg ella HOGNI (føddur 7. juni 1982 í Tórshavn, uppvaksin í Leirvík, búsitandi í Danmark) er ein føroyskur tónleikari. Sum fyrrverandi trummusláari í bólkinum Clickhaze, skifti Høgni kós og fór innan singer/songwriter at royna nýggjar leiðir. Sum sangari, guitarleikari og sangskrivari hevði hann nógv løg uppá hjarta, ið skuldu út. Hetta endaði so við einari fløguútgávu, ið kom út í 2003 og nevndist "Most Beautiful Things", ið fekk sera góð ummæli. Høgni hevur síðani verið virkin við framførslum heima í Føroyum og uttanlands. Hann skrivar og spælir egnan tónleik, sum hittar bæði í Føroyum og í útlandinum.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egnar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2003 - "Most Beautiful Things"
- 2005 - "Morning Dew"
- 2008 - "hare! hare!"
- 2012 - "Under Streetlights" (staklag)
- 2012 - "Con Man"
- 2013 - Fólkið í Sprekkunum (staklag)
- 2013 - Drukni (staklag)
- 2014 - Call for a Revolution
Við Clickhaze
[rætta | rætta wikitekst]- 2002 "EP"
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- Tilnevndur FMA 2014 sum Ársins sangari í Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurin
- Vann FMA í Ársins útgáva í bólkinum Pop/Rock