Jump to content

Hirtshals

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norrøna í Hirtshals
Havnin í Hirtshals

Hirtshals er ein býur í Hjørring kommunu í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 5.959 fólk (2014). Føroyska ferjan Norrøna hjá Smyril Line siglir úr Tórshavn til Hirtsals einaferð um vikuna um veturin og tvær ferðir um vikuna um summarið. Nógvir føroyingar búgva í Hirtshals, og nógvir føroyskir fiskimenn hava tætt tilknýti til býin, tí teir hava landa har ofta og summir sigla regluliga út frá Hirtshals, men búgva tó í Føroyum. Summir av føroyingunum sum búgva í Hirtshals eiga fiskiskipa har.[1][2] Í 1990-árunum fluttu fleiri føroyskar familjur til Hirtshals orsakað av kreppuni, sum rakti hart í Føroyum og førdi til stórt arbeiðsloysi og stóra fráflyting. Føroyska Brøðrasamkoman eigur og rekur samkomuhúsið Malta í Hirtshals.[3]

  1. skipini.fo, Føroyingar vísa vegin í Hirtshals[deyð leinkja]
  2. "jn.fo, Føroyingar aftur við nýggjum skipi í Hirtshals". http://www.jn.fo/foroyingar+aftur+vid+nyggjum+skipi+i+hirtshals.html. Heintað 2014-04-19. 
  3. "evr.fo". http://www.evr.fo/malta.html. Heintað 2014-04-19. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið