Havanna
Appearance
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Kuba |
Vídd: | 721.01 km² |
Íbúgvar (2005): | 2 328 000 |
fyri km²: | 3,053.5/km² |
Heimasíða: |
Størsti býur í øllum Karibia er Havanna, høvuðsstaðurin í Kuba, og har búgva 2,3 milliónir fólk.
Spaniamenn grundaðu býin í 1515, og summir býarpartar eru avgamlir, við steinsettum gøtum og prýðiligum húsum í gomlum hjálandastíli. Nú eru partar av Havanna illa farnir og falnir í órøkt. Men íbúðarpolitikkurin í Kuba hevur tað við sær, at eingir skirvisligir fátækrabýlingar verða reistir í útryðjunum í Havanna. Býurin er týdningarmikil havn, og tað mesta, sum verður flutt út, fer haðan.