Harry Potter og eldbikarið
Harry Potter og eldbikarið er ein bók hjá J.K. Rowling.
Søgugongd
[rætta | rætta wikitekst]Harry Potter (Daniel Radcliffe) byrjar uppá 4. ári á Hogwarts skúla og Harry er 14 ár. Hetta verður eitt serligt ár, tí at trígandakappingin skal vera. Tað koma næmingar úr Beautox og Durmstrang skúla. Tá ið næmingarnir vera valdir til trígandakappingina (sum bara 3 kunnu vera vald, frá 17 ár og upp), kemur ein fjóri seðil framm. Hetta er sera merkiligt. Tann fjórði persónurin er Harry Potter! Hann verður hataður av øllum í skúlanum, tí at hann ikki er gamal nokk til at vera við í kappingini - sjálvt besti vinurin Ron er súrur inná Harry, fyri ikki at fáa vita áðrenn at hann meldaði seg til kappingina. Men Harry veit ikki hvat hetta er, hann hevur ikki melda seg til kappingina - men har er ongin vegur út aftur, hann skal og má kappast.
Tær tvær fyrstu kappinginar ganga fínt, men so kemur tann triðja og síðsta. Tey skulu ganga gjøgnum eina gigantiska laborint. Harry sær so vinningarsteypi framman fyri sær, men har kemur eisini Cedric Diggory (Robert Pattinson, sum eisini spælir í Skýming) - teir báðir renna yvir og taka ísenn í steypi. Knappliga koma teir framm til ein kirkjugarð - men teir eiga orduligt at koma framm til Hogwarts skúla. Men hetta er sera mystiskt. So veit Harry hvør hattar er sum stendur fyri framman, Lord Voldemort! Voldemort drepur Cedric, men Harry sleppur við lívinum. Hann sigur so øllum frá hesum. Men ongin trýr honum - jú sjálvandi Dumbledore, Ron og Hermione. Men Gandamálaráðharrin vil ikki trúgva hesum.