Hákun Magnusson
Appearance
(Ávíst frá Hákun 5. Magnusson)
Hákun Magnusarson V ella Hákun 5. Magnusson (føddur 1270 í Noregi, deyður 8. mai 1319 í Tønsberg í Vestfold) var kongur Noregs frá 1299 til 1319.
Hann var sonur Magnus Hákunarson Lógbøtara (1238–1280) og Ingeborg av Danmark (d. 1287). Hann vaks upp í Oslo og varð hertogi á formligan hátt í 1273 (í roynd og veru í 1284). Hákun gjørdist norskur kongur eftir bróðurin Eirik Magnusson í 1299 og var kongur Noregs til hann doyði í 1319. Hákun var seinasti maður av Sverrisættini.[1]
Hann er eitt nú kendur fyri at lata byggja Akershus borgina, Vardøhus borgina og Bohus borgina. Sum hertogi setti Hákun tann 28. juni 1298 seyðabrævið í gildi, t.v.s. rættarbót viðvíkjandi búnaðarviðurskiftunum í Føroyum.[2]
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Håkon 5 Magnusson, nbl.snl.no (norskt)
- Tollverjupolitikkur Hákunar kongs: Nær var Múrurin bygdur?, tjodsavnid.fo
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 H.J. Debes: Føroya søga 2. Skattland og len., Tórshavn 1995. S. 25
- ↑ Seyðabrævið 1298 - Kongsbókin, history.fo