Fríðrikur 3.
Fríðrikur III (18. mars 1609 – 9. februar 1670) var kongur av Danmark í tíðarskeiðnum 1648-1670. Hann var sonur Kristians 4. frá fyrstu giftu og hon einasti av synum hansara, sum eftir var á lívi, tá ið kongur doyði, mettur av døgum. Fríðrikur var tíðliga í lívi sínum kendur sum hugsandi og lærdur maður. Gjørdist ungur hertogi av Holsteini og Slesvík, og erkibiskupur av Bremen. Hann mátti skriva undir eina óvanliga harða hanfestu, áðrenn ríkisráðið vildi velja hann til kongs. Hetta hevndi hann aftur, tá ið hann í 1660 við kvetti gjørdist fyrsti einaveldiskongur Danmarkar. Við sær til Danmarkar hevði hann fíggjarmálaráðharra sín, Christoffer von Gabel, sum eitt langt skifti var veruligur forsætisráðharri. Gabel fekk í 1655 frá kongi Føroyar í len móti føstum gjaldi. Í 1662 fekk hann eisini einkarætt til Føroyahandilin. Gablatíðin hevur altíð verið kend sum ein ring tíð í Føroyum.
Danmark, sum verið hevði valkongadømi, gjørdist við einaveldinum arvakongadømi, staðfest í 1665 við Kongalógini. Ófyrireikaður kom Fríðrikur kongur í 1657 í kríggj við Svøríki. Við friðarsáttmálunum í Róarskeldu í 1658 og í Keypmannahavn í 1660 misti Danmark allar teir svensku landspartarnar, sum danir høvdu átt aftur í forsøguliga tíð.