Fagurligt pirikum
Fagurligt pirikum ella Víriksgras (frøðiheiti Hypericum pulchrum) er ein planta. Hon verður 5 til 25 cm høg. Á turrlendi uttangarðs. Leggirnir klæntrasligir, greindir, rundir, uppbendir. Bløðini andstødd, hjartavaksin, avlong, kubbut; tey eru blágrøn á niðara borði, smáprikkut at síggja til upp fyri ljósið. Blómuskipanin líkist tyssaskjóli. Krúnan føgurgul, ber fyrst í reydligt. Krúnubløðini 5, bikarbløðini 5; sáðberarnir mangir, og træðrirnir eru samanvaksnir í grundini í trimum bundum. Fruktin er 3-5 rúmt hylki.
Leggurin reyðlittur, klantrasligur, upprættur ella uppbendur. Bløðini egg- til hjartavaksin, kubbut, prikkut av kertlum, fevna um eitt sindur tvørtur um leggin. Krúnan reyð og gul. Reyð-gulir sáðberar; bæði krúna og bikar hava svørt kertilhár. Plantan annars snøgg. Bl. í juni. Veksur á turrlendi á haganum, eisini í homrum. Sum vanl. mest niðarlaga.