Jump to content

Gengis Kan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Djengis Kan)
Djengis Kan.

Gengis Kan (føddur Temüjin Borjigin onkuntíð millum 1162 og 1167 – deyður 25. august í 1227) var høvdingasonur. Hann var smádrongur, tá ið pápin varð myrdur, men sum hann vaks upp, bardi hann allar fíggindar niður, tók ræðið á øllum mongolsku ættbólkunum og tók sær navið Gengis Kan - prinsur av øllum, sum millum heimshøv er. Hann vildi vinna allan heimin undir seg. Í 1206 herjaði Gengis Kan í Kina og síðan sum hvirluvindur um Ásia og Eysturevropa.

Í 1227 doyði Gengis Kan, og so við og við syndraðist ríkið, tí at eftirmenninir klandraðust. Tá ið Gengis Kan doyði, varð mongolska ríkið býtt sundur í 4 kanat (ríki). Abbasonur Gengis, Kublai, fekk eystasta kanatið. Vestastu kanatini, sum vóru smærri, syndraðust so líðandi, tó at Timur Lenk, kanur Gylta fylgisins, stutt tíðarbil í 14. øld ráddi á teimum øllum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið