Jump to content

Harra Klæmint

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Clemen Jensen)

Clemen Laugesen Follerup (1602 í Vollerup - 30. januar 1688 á Sandi) vanliga nevndur Harra Klæmint úr Jútlandi, var prestur á Sandi frá 1648 til 1688. Harra Klæmint var eisini róptur rádni prestur´, tí hann var stinnur í gandi.

Harra Klæmint hevur sostatt verið samtíðarmaður við Guttorm í Múla, og einaferð Harra Klæmint var illa sperdur av niðagrísi, sendi hann boð eftir Guttormi, sum var stinnur í gandi, at hjálpa sær, sigur søgnin.

Sagt verður um Harra Klæmint, at hann lættliga bar sítt jarðargóðs á herðunum, tá hann kom til Føroya, men tá hann doyði, var hann ríkasti maður í Føroyum. Minnið um hansara grískni livir enn í søgn og søgu, og sjáldan var tað við heiðurligari atferð, at hann ognaðist jarðargóðsið. Søgnin sigur at Harra Klæmint átti ikki minni enn 23 børn. Men í skiftinum eftir Harra Klæmint stendur at hann "bert" átti 15 børn.