Altjóða arbeiðaradagur
Appearance
(Ávíst frá Arbeiðaradagur)
Altjóða arbeiðaradagur er tann 1. mai. Vanligt hevur verið, at arbeiðsfólk, sum eru limir í arbeiðarafeløgum, fáa frí henda dagin og møtast fyri at tosa um og hoyra um viðurskifti sum viðkoma teimum. Í Føroyum hevur 1. mai-dagshald verið vanligt á Vaglinum í Havn og kring alt landið. Seinastu árini er arbeiðararørslan tó givin við at skipa fyri 1. mai. Í Havn verður dagurin tó enn hildin á Vaglinum.