Jump to content

Amelia Earhart

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Amelia Earhart
Amelia Earhart umleið 1935.
Fødd(ur) Amelia Mary Earhart
(1897-07-24)juli 24, 1897
Atchison, Kansas, U.S.
Horvin juli 2, 1937 (aged 39)
Kyrrahavið, áleiðis til Howlandsoyggj.
Status Rættarliga dømd at hava latið lív.
januar 5, 1939(1939-01-05) (aldur 41)
Tjóðskapur Amerikanskur
Kend(ur) fyri Fleiri flogmet, ímillum annað sum fyrsta kvinna, ið fleyg einsamøll yvir Atlantshavið.
Hjúnafelagi(ar) George P. Putnam
Undirskrift
Heimasíða
www.ameliaearhart.com

Amelia Mary Earhart (/ˈɛərhɑrt/; fødd 24. juli 1897 – horvin 2. juli 1937)[1] var ein amerikanskur flogferðslu slóðbrótari og rithøvundur. Amelia varð fyrsta kvinna, ið fleyg einsamøll yvir Atlantshavið. Hon hevur sett fleiri met, skrivaði metsølubøkur um royndir sínar innan flogferðslu, og var vegleiðandi stovnari av felagskapinum The Ninety-Niners, ið var ein felagskapur fyri kvinnuligar flogskiparar. Amelia var gestaundirvísari á Purdue háskúlanum í 1935 í flogferðsludeildini. Har vegleiddi hon kvinnum, ið vóru áhugaðar í ídnaðinum, og hugtók onnur við kærleika sínum til sama fak. Amelia var limur í politiska flokkinum National Women's Party[2], og var dyggur stuðul í javnarættindastríðinum.

Í 1937, hvarv Amelia yvir Kyrrahavinum. Hetta hendi ímeðan hon royndi at flúgva runt heimin. Amelia var einsamøll umborð í Lockheed 10 Electra flogfari sínum, ið Purdue háskúlin hevði fíggjað.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.ameliaearhartmuseum.org/AmeliaEarhart/AEBiography.htm Archived 2015-08-16 at the Wayback Machine Heintað: 16-06-2015
  2. https://feminist.org/blog/index.php/2014/09/22/september-22-1932-amelia-earhart-lobbies-for-the-era-at-the-white-house/ Heintað: 16-06-2015