Jump to content

Magdeburg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 07:36 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
Magdeburg

Magdeburg er høvuðsstaður í týska stakríkinum Sachsen-Anhalt.

Áin Elbe rennur tætt fram við býnum.

Við árslok 2018 búðu 238.697 fólk í býnum.[1] Harvið er Magdeburg næststørsti býur í Sachsen-Anhalt, næst eftir Halle.

Søga

Fyrstu ferð, Magdeburg verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum Magadoburg í einum skjali frá árinum 805. Í 968 varð sjálvstøðugt erkibiskupssetur stovnað í Magdeburg.[2] Tá tríatiárakríggið herjaði í Týsklandi, varð býurin í 1631 fullkomiliga oyðilagdur. Í 1680 gjørdist Magdeburg partur av kurfúrstadøminum Brandenburg. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.

Myndir

Kend fólk

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 52°08′00″N 11°37′00″E / 52.13333°N 11.61667°E / 52.13333; 11.61667

Keldur