Jump to content

Bob Hoskins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 2. mai 2022 kl. 00:27 av 68.110.98.55 (kjak) (1942-2014)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Hoskins í 2007

Robert William "Bob" Hoskins (føddur 26. oktober 1942; deyður 29. apríl, 2014) var enskur sjónleikari og sjónvarps/film framleiðari. Hann er m.a. kendur fyri at spæla við í filmum sum The Long Good Friday (1980), Mona Lisa (1986), Who Framed Roger Rabbit (1988), Mermaids (1990), Hook (1991), Super Mario Bros. (1993), Nixon (1995), A Christmas Carol (2009), Neverland (2011), og fyri sín seinasta leiklut í Snow White and the Huntsman (2012). Hoskins fekk fleiri filmsvirðislønir, eitt nú Prix d'interprétation masculine, BAFTA Award for Best Actor in a Leading Role og Golden Globe Award for Best Actor – Motion Picture Drama fyri sín leiklut í Mona Lisa (hann var eisini tilnevndur Oscar-virðisløninina fyri Besta sjónleikara), of fekk harafturat International Emmy Award fyri besta sjónleikara fyri sín leiklut í BBC One dramanum The Street í 2009.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið