Jump to content

Mongdarlæra

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 2. sep 2015 kl. 18:33 av MGA73bot (kjak | íkøst) (bottur leggur aftrat {{Commonscat|Set theory}})
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Mongdarlæra er tann støddfrøðiliga ástøðin um mongdir, sum umboðar mongdir av óítøkiligum lutum. Hon hevur eina miðstøðu í nútíðarstøddfrøðiligum ástøði, av tí at hon gevur tað grundleggjandi mál, sum øll støddfrøði kann orðberast í.

Mongdarlæran mentist serliga í tíðarskeiðnum, 1880-1920. Georg Cantor lýsti tey fyrstu hugtøkini, Bertrand Russell og David Hilbert veittu munandi hjálp til at gera tað til eitt samsvarandi ástøði. Mongdarhugtakið fekk greiða merking frá Zermelo-Fraenkels grundreglunum.

Teljitøl kunna setast upp sum mongdir við tað, at 0 svarar til ta tómu mongdina, , 1 til mongdina, sum inniheldur ta tómu mongdina o.s.fr.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið