Norrønt mál
Uppskot er sett fram um at hendan greinin verður flætta saman við [[::Norrønt|Norrønt]]. (Kjak) |
Mál sum hava uppruna í norrønt : Íslenskt, Føroyskt, Norn, Norskt(Nynorskt), Danskt, Svenskt, Gutnish, og Álvdalska.
Norrønt, fornnorrønt ella bara vesturnorrønt, sum tað verður kalla í dag og donsk tunga vóru felagsnøvnini fyri Norrøna málið í landnámstíðini. Tá ið føroyinga søga bleiv skriva í (1200 e.kr) vóru munirnir ímillum tey norðurlensku málini so lítlir, at tað var næstan tala um "eitt" felags-norðurlenskt mál. Í dag verður norrøna málið helst kalla vesturnorrønt og hoyrir undir (forníslenskt og fornnorskt). Málið var tosa í tíðarskeinum uml. (7-800) og til miðjari 13.øld.
Norrønt mál er komið úr norðurgermanskum málið, sum er ætta úr indo-evropeiskum. Málið bleiv tosað í Skandinavia og í norðurlondum. Tað byrjaði við norðurgermanskum uml.(0-200 e.kr) og síðani fornnorrønt uml.(200-500). Aftaná tað skiftið tað til proto-Norrønt uml.(500-700) og var tað í hesum tíðarskeiði at tær størstu broytingarnar vóru framdar, t.d bleiv harawanaz til hrafn sum merkir ravnur. Í (700-800) vóru tær endaligu málsligu broytingarnar framdar, og málið bleiv til tað vit í dag kenna sum norrønt mál.
Nú á døgum hoyra íslendskt, føroyskt, norskt og tað útdeyða norn málið til vesturnorrønt greinina meðan, Danskt og Svenskt hoyrir til eysturnorrønt greinina. Tað danska málið hevur flutt seg nógv burtur frá tí upprunaliga norrøna málinum, og tað hevur svenskt fyri sovítt eisini, men tó ikki líka nógv sum tað danska. Danskt og svenskt hava verið ávirka av hvørjum øðrum gjøgnum tíðina, og danskt hevur verið nógv ávirka av tí norðurtýska málinum. Íslenskt, sum er tað málið í dag ið er tættast uppá norrøna málið, hevur næstan ikki broyt seg yvir árini, meðan føroyskt hinvegin hevur broytt seg eitt sindur, helst vegna sterkari ávirkan úr Danmark, t.d, domineraði tað danska skriftmálið bæði sum skúlamál og kirkjumál í yvir 300 ár(1538-1856). Tað sama hendi í Norra, men tó yvir eitt longri tíðarskeið, tískil hevur tað norska málið so tætt tilknýti til danskt nú á døgum.
Mállæra og samanberðingar av teimum forn-norðurlendsku málinum :
Faðirvár á norrønt : Faþer vár es ert í himenríki, verði nafn þitt hæilagt Til kome ríke þitt, værði vili þin sva a iarðu sem í himnum. Gef oss í dag brauð vort dagligt Ok fyr gefþu oss synþer órar, sem vér fyr gefom þeim er viþ oss hafa misgert Leiðd oss eigi í freistni, heldr leys þv oss frá öllu illu.
Faðirvár beinleiðis umsett til íslenskt : Faðir vor er ert í himinríki, verði nafn þitt heilagt Til komi ríki þitt, verði vilji þinn svo á jörðu sem á himnum. Gef oss í dag brauð vort daglegt Og fyrirgef þú oss syndir vorar, sem vér fyrirgefum þeim er við oss hafa misgert Leið oss eigi í freistni, heldur leys þú oss frá öllu illu.
Faðirvár á íslenskum : Faðir vor, þú sem ert á himnum. Helgist þitt nafn, til komi þitt ríki, verði þinn vilji, svo á jörðu sem á himni. Gef oss í dag vort daglegt brauð. Fyrirgef oss vorar skuldir, svo sem vér og fyrirgefum vorum skuldunautum. Og eigi leið þú oss í freistni, heldur frelsa oss frá illu. Því að þitt er ríkið, mátturinn og dýrðin að eilífu, amen.
Forn-Gutnish í kemur úr Gotlandi(ein søgn) : Þissi þieluar hafþi ann sun sum hit hafþi. En hafþa cuna hit huita stierna þaun tu bygþu fyrsti agutlandi fyrstu nat sum þaun saman suafu þa droymdi hennj draumbr. So sum þrir ormar warin slungnir saman j barmj hennar Oc þytti hennj sum þair scriþin yr barmi hennar. þinna draum segþi han firi hasþa bonda sinum hann riaþ dravm þinna so. Alt ir baugum bundit bo land al þitta warþa oc faum þria syni aiga. þaim gaf hann namn allum o fydum. guti al gutland aigha graipr al annar haita Oc gunfiaun þriþi. þair sciptu siþan gutlandi i þria þriþiunga. So at graipr þann elzti laut norþasta þriþiung oc guti miþal þriþiung En gunfiaun þann yngsti laut sunnarsta. siþan af þissum þrim aucaþis fulc j gutlandi som mikit um langan tima at land elptj þaim ai alla fyþa þa lutaþu þair bort af landi huert þriþia þiauþ so at alt sculdu þair aiga oc miþ sir bort hafa sum þair vfan iorþar attu.
Umsett til Norrønt : Þissi Þjelvar hafði ann sun sum hít Hafði. En Hafða kuna hít Hvítastjerna. Þaun tú byggðu fyrsti á Gutlandi. Fyrstu nátt sum þaun saman sváfu þá droymdi henni draumr; só sum þrír ormar varin slungnir saman í barmi hennar, ok þýtti henni sum þair skriðin ýr barmi hennar. Þinna draum segði han firi Hafða bónda sínum. Hann raið draum þinna só: "Alt ir baugum bundit, bóland al þitta varða uk fáum þría syni aiga." Þaim gaf hann namn, allum ófýddum; Guti, al Gutland aiga; Graipr, al annar haita; ok Gunnfjaun þriði. Þair skiptu síðan Gutlandi í þría þriðjunga, só at Graipr þann eldsti laut norðasta þriðjung, ok Guti miðal þriðjung, en Gunnfjaun þann yngsti laut sunnarsta. Síðan, af þissum þrim aukaðis fulk í Gutlandi sum mikit um langan tíma at land elpti þaim ai alla fýða. Þá lutaðu þair bort af landi hvert þriðja þjauð só at alt skuldu þair aiga ok mið sír bort hafa sum þair ufan jorðar áttu.
Legg til merkis : Danska og Svenska málið var umleið tað sama á skrift, heilt upp til 11.øld.
Forn-Svenskt úr 900 e.kr : Reð Þjóðrikr hinn Þormóði, stillir flutna, strandu Hræiðmarar, hann sitir nú gorr á guta sinum, skjaldi um fatlaðr, skati Mæringa
Norrønt : Reð Þjóðrekr hinn Þormóði, stillir flotna, strondu Hreiðmarar. Hann sitr nú gorr á gota sinum, skjaldi of fatlaðr, skati Mæringa
Keldir : ymsar slóðir á netinum og fakta frá gomlum bókmentum.
Má gjarna umbøtast...