Wikipedia:Hendingar
Hendingar er tann boksin við 3 hendingum, ið hendu tann dagin ið talan er um.
Í dag[rætta wikitekst]
Hin 15. mai: Halvarðsøka, Tjóðardagur Paraguai, Altjóða Familjudagur
- 1567 - Maria Stuart, skotadrotning, giftir seg við James Hepburn, ið fær heitið hertugin av Oknoyggjum (myndin).
- 1811 - Paraguai verður sjálvstøðugt.
- 1928 - Teknimyndafigururin Mickey Mouse, hjá Walt Disney, verður at síggja fyri fyrstu ferð í stuttfilminum Plane Crazy.
- 1940 - McDonald's opnar sína fyrstu matstovu í Kalifornia, USA.
- 1972 - Japanska oyggin Okinawa verður japonsk aftur, eftir at hava verið hersett av amerikanarum í 1945.
- 2006 - FaroeJet flýgur sín fyrsta túr ímillum Føroyar og Danmark.
Treytirnar fyri at seta hendingar á síðurnar[rætta wikitekst]
Treytirnar fyri at seta eina hending á síðurnar er í veruleikanum subjektivt, eftirsum teir flestu dagarnir hava eina rúgvu av hendingum, ið kundu komi við her. So góðskan av greinum saman við einari blanding av evnum, ið longu eru á listanum, eru ofta viðkomandi faktorar. Krøv fyri inkludering:
- Í mesta lagi 3 hendingar (altíð í nútíð og í mesta lagi 3 halgidagar/tjóðardagar á datolinkjuni); føðingar og andlát skulu/mugu bert takast við, tá ið talan er um eitt runt ár, t.d. 5, 10, 25, 50, 100 ár osfr.
- Hendingin skal hava ein ávísan søguligan áhuga (relativt í mun til aðrar hendingar henda ávísa dagin).
- Hendingin og tann framhevjaða greinin 8 (feitur tekstur) skal eisini verða at finna á síðuni fyri tann ávísa dagin undir "hendingar".
- Leinkjur í hendingunum eiga altíð at vísa til verandi greinar (ongar reyðar leinkjur).
- Um halgidagurin/tjóðardagurin fer fram á sama degi hvørt ár, so skal hann setast á datolinjuna. (T.d. tjóðardagar og fastir halgidagar)
Royn so vítt gjørligt at halda teg til ein einkultan setning fyri hvørja hending.