Jump to content

Læsø kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Læsø kommuna
Land Danmark Danmark
Høvuðsstaður Byrum
Vídd 101,22 km2
Íbúgvar 2014 1.808
Borgarstjóri Tobias Birch Johansen
Heimasíða www.laesoe.dk (danskt)

Læsø kommuna (Danskt: Læsø kommune) er ein kommuna, tann minsta í Danmark. Fjórða hvørt ár velja øll eldri enn 18 ár 9 fólk í kommunustýrið. Læsø er ein av teimum 11 kommununum í Región Norðurjútlandi. Allur landsparturin er felags um sjúkrahús, skúlar til ung og tilkomin og høvuðsvegirnar. Landsparturin rindar eisini ein part av tí, tað kostar at hava ferju at sigla á Læsø.

Á Læsø búgva eini 1.800 fólk, men hvørt summar liggja eini 100.000 ferðafólk nátt í oynni. Fá ferðafólk fara avstað aftur sama dag, tey koma. Umleið 24 fólk búgva á hvørjum km2. Í skúlanum ganga 320 børn úr 1. flokki upp í 10. flokk. Eingin privatskúli er í oynni.

Besta sambandið til Læsø er ferjan. Hon siglir ímillum Frederikshavn og Vesterø Havn tvær, tríggjar ferðir um dagin um veturin og tríggjar, fýra ferðir um dagin um summarið.

Býir í Læsø kommunu[rætta | rætta wikitekst]

Størstu býir í kommununi[1]
Nr Býur Íbúgvar (2011) Íbúgvar (2012) Frá/til
1 Byrum 443 451 +8
2 Vesterø Havn 413 390 -23
3 Østerby Havn 294 288 -6
- Landøkið 798 768 -30
- Tilsamans 1.949 1.897 -52

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Danmarks Statistikbank
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið